Breddin

Breddin
05-05-2021
Skansi Offshore, trolbátar og neyðtøkutilbúgving

Frálandareiðaríið Skansi Offshore siglir í somikið tungum sjógvi, at neyðugt er við bjargingarætlan fyri fleiri hundrað milliónir krónur. Jens Meinhard Rasmussen, stjóri, er gestur á Breddanum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, lovar trolbátum at fiska innan fyri 12 fjórðingar árið út. Felagið Trolbátar fegnast, Meginfelag Útróðrarmanna mótmælir. Bjarni í Skálum og Finnbjørn Vang, formenn í FT og MÚ, kjakast um rættin at fiska á hesum leiðum.

Ein nýggj neyðtøkutilbúgving er á veg. Í sendingini greiðir Ann Danielsen, gynokologor, millum annað frá, hvussu nýggja tilbúgvingin fer at virka.

Lagt til rættis: Arnfríð Joensen Dahl, Frants Jensen, Jón Brian Hvidtfeldt
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024