Breddin

Breddin
15-04-2021
AstraZeneca koppingarevni, søla av almennu partabrøvunum í Bank Nordik og ófriður í NorðurÌrlandi

Enn einaferð hoyrast røddir, sum vilja  selja tey 34 prosentini av Bank Nordik, sum landið eigur. 

Jørgen Niclasen, sum nú er landsstýrismaður í fíggjarmálum, og harvið varar av partabrøvunum hjá landskassanum í BankNordik, hevur í dag onga viðmerking til eina møguliga sølu av teimum 34 prosentunum av partabrøvunum í BankNordik, sum landið framvegis eigur.

Men tað er greitt, at slóðað er fyri eini slíkari sølu.

Men hvussu áhugaverd eru partabrøvini í bankanum?

Sambært Peter Eidesgaard Jeppesen, sum í mong ár hevur arbeitt sum sjálvstøðugur partabræva-greinari og hevur fylgt við gongdini í BankNordik, síðani bankin fór á keypsskálan fyri skjótt 15 árum síðani, er partabrøvini eitt gott keyp. 

Tí hevði hann mælt til, at landið bíðar við at selja sín triðing av BankNordik, tí mest sannlíkt fer kursvirðið á banknum at hækka næstu árini.

Kursurin á BankNordik partabrævinum liggur ídag omanfyri 150 - tað er í roynd og veru tað hægsta støðið, sum kursurin hevur ligið á síðani fíggjarkreppuna í 2008. 

AstraZeneca
Danska stjórnin hevur sum einasta land í verðini vrakað koppingarevnið hjá AstraZeneca.

Men er tað rætt av føroyingum at fylgja sama leisti, tá eitt keyp av koppingarevnið kann hugsast at framskunda føroysku koppingartíðarætlanina

Pál Weihe, yvirlækni, vitjaði útvarpsstovuni. 

Norðurírland
Seinastu tvær vikurnar eru 90 løgreglufólk løstað í gøtuófriði í Norðurírlandi.

Tað skrivar BBC.

Ófriðurin kyknaði 29. mars í Derry, har ungdómar brustu saman við løgregluni. Næstu dagarnar breiddi ófriðurin seg víðari til Belfast, Carrickfergus, Newtownabbey og aðrar býir. 

Hendingar leiða tankarnar aftur til sekteriska ófriðin millum protestantiska meirilutan og katólska minnilutan áðrenn langafríggjadags-avtaluni 10. apríl 1998.

Men hvussu ber tað til, at slíkur ófriður kyknar aftur í einum vesturlandskum landi - sum á nógvan hátt er sera líkt tí føroyska. 

Tað hava vit fingið søgufrøðingin Oddur á Lakjuni, sum eisini hevur serligan áhuga í bretsk samfelagsviðurskifti, í útvarpsstovuna at tosa eitt sindur um. 

Luttakarar: Oddur á Lakjuni, Pál Weihe og Peter Eidesgaard Jeppesen.<

Gjørt sendingina hava Jón brian Hvidtfeldt og Jógvan Skeel Nolsøe. 

Redaktørur er Hallur av Rana.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024