Breddin

Breddin
07-04-2021
Framherji í andglettinum

Stórar upphæddir eru fluttar millum feløg í Framherja-samtakinum í Føroyum og feløg hjá Samherja á Kypros. Og ábendingar eru eisini um, at føroyska felagið Framherji er stýrt úr Íslandi - í stríð við føroyska fiskivinnulóggávu.

Vit skatta dýpið í løgtinginum, har tingfólk eru ymisk á máli um tað, tey sóu í sendingini "Teir ómettiligu II" í sjónvarpinum í gjárkvøldi. Vit tosa við Jacob Vestergaard og Høgna Hoydal, ávíkavist verandi og fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum. Hvat ger eftirlitið við nýggju upplýsingarnar? Tann spurningin seta vit Eyðuni Mørkøre, stjóra á Taks.

Síðst í sendingini kjakast Bárður Nielsen og Aksel V. Johannesen, ávíkavist løgmaður og fyrrverandi løgmaður, um útlendskan ognarskap í føroysku fiskivinnuni.

Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir, Uni Holm Johannesen og Jón Brian Hvidtfeldt.
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024