Breddin

Breddin
19-01-2021
Sølan av Magn og uppskot til kunngerð um larm frá skipum við bryggju er á skránni í Breddanum hesaferð

Kommunur og vinnulívið finnast hvassliga at uppskotinum um kunngerð, sum skal avmarka óljóð frá skipum við bryggju. Uppskotið er óbrúkiligt og kann avhøvda alla vinnu, siga kommunurnar og vinnan, men tær ásanna, at okkurt má gerast. Landsstýrismaðurin í Umvhørvis- og Vinnumálum, næstformaðurin í Kommunufelagnum, og forkvinnan í áhugafelagnum Heimafriði vitja í útvarpsstovuni.

Og

Móðurfelagið hjá Orkufelagnum Magn, íslendska Skeljungur hevur fingið nýggjan eigara, og alt bendir á, at føroyski parturin av felagnum verður seldur burturfrá. Men hví vilja íslendsku eigararnir selja gullhønuna, sum hevði 45 milliónir kr. í avlopi í 2019 fyri skatt, og hevur vorpið meira enn 300 milliónir kr. í avlopi tilsamans seinastu 10 árini?

Kunngerð um óljóð frá skipum við bryggju

Fríggjadagin fór freistin at lata hoyringsskriv inn til uppskotið, sum skal avmarka óljóð frá skipum, sum liggja við bryggju. Og uppskotið fær misjavna móttøku, serliga frá teimum, hvørs virksemi beinleiðis verður ávirkað, um kunngerðin kemur í gildi í verandi líki.

Í kunngerðini hjá Helga Abrahamsen verður tað skotið upp at áseta markvirðir fyri lágfrekvent óljóð. Tey fyrstu markvirðini koma ætlandi í gildi 1. juli 2021, og síðan lækka tey í tveimum stigum, fyrst 1. januar 2023 og síðan aftur 1. januar 2025. Uppskotið áleggur í fyrstu atløgu havnarmyndugleikanum at máta lágfrekvent óljóð inni í einum hóskandi tali av bústaðarbygningum, sum eru serliga ábærir fyri óljóði frá skipum við bryggju. Óheft fakkøn skulu gera kanningarnar, og Umhvørvisstovan skal góðkenna kanningarætlanina. Við støði í úrslitunum av ljóðmátingum inni í bygningum og áhaldandi ljóðmátingum í økjum nærindis havnarlagnum skal havnarmyndugleikin við boðum ella atgerðum tryggja, at tey ásettu markvirðini verða hildin. Havnarmyndugleikin ræður sjálvur fyri, hvussu hann røkkur endamálinum at halda tey ásettu markvirðini. Talan kann vera um at flyta skip, at vísa skipum burtur, at útvega skipum landsstreym o.s.fr. Og tað er Umhvørvisstovan, sum skal hava eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini verða hildnar.

Sølan av Magn

Oljufelagið Magn er endað í einum íslendskum maktkampi um ræðissrættin á felagnum. Jón Ásgeir Johanneson, sum fólk flest kenna frá Baugur, hevur seinastu 10 árini verið ákærdur fyri eitt og annað, tó er hann blivin fríkendur fyri tað mesta. Nú byrjar hann aftur, hesaferð við at keypa Skeljungur, sum eigur Magn. Og tað er íslendska fyritøkan Skeljungur, sum hevur sett Magn á listan yvir møguligar sølur. Ein meiriluti í Skeljungur, tvs. felagið sum eigur Magn, var nevniliga 5. januar selt til eitt annað íløgufelag, Strengur. Tað er felagið hjá navnframa Jón Asgeir Johannesson, sum stendur aftanfyri yvirtøkuna. Jón Asgeir Johanneson er nú nevndarformaður í Skeljungur, sum sigur seg vilja selja Magn. 

Men hví skal Magn seljast? Tað kann tykjast løgið.  Magn er eitt gullegg, sum hevur havt yvirskot omaná yvirskot í nógv ár. Seinastu tíggju árini hevur Magn havt eitt yvirskot áðrenn skatt á 308 millónir krónur og einki undirskot. Mesta yvirskotið hevði Magn í fjør við 45 mió. kr. áðrenn skatt. Sjálvt í svárastu fíggjarkreppu landsins í 2008 hevði felagið yvirskot. 

Luttakarar: Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og Vinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu og næstformaður í Kommunufelagnum, Trina Eysturoy, forkvinna í áhugafelagnum Heimafriði og Þórður Snær Júlíusson, blaðstjóri á Stjarninn.

Lagt til rættis: Tróndur Olsen, Heini Gaard og Arnfríð Joensen Dahl
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024