- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Sólja riggar av sum Løgtingsins Umboðsmaður
18-11-2020
Lobbyisman er sterk í Føroyum, sigur hon, og fyrisitingin og politisku skipanin klára illa at standa ímóti trýstinum
Sólja í Ólavsstovu tók við starvinum sum Løgtingsins Umboðsmaður tann 1. januar 2006.
Í 15 ár hevur hon skula havt eftirlit við, at fyrisitingin í Føroyum ikki hevur gjørt mistøk ella vanrøkt sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki hevur framt órætt ímóti borgaranum.
Sólja í Ólavsstovu kundi hugsað sær, at stovnurin hevði eina størri játtan, tí eftirlitsparturin er ov veikur.
Hon ávarar eisini um, at pengasterku fyritøkurnar, pengasterku áhugamálini, í mongum førum hava ov lætt spæl í Føroyum.
Og so heldur hon, at stovnurin átti at broytt navn.
Ríkisumboðsmaðurin kallast nú Ríkisumboðið, og Løgtingsins Umboðsmaður kundi eisini itið Løgtingsins Umboð.
Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024