Breddin

Breddin
23-09-2020
Á Breddanum: Rættindi hjá børnum við samkyndum foreldrum. Útoyggjafólk friða fugl, sum kortini verður tikin

Børn, har foreldrini eru samkynd, hava ikki somu rættindi sum onnur børn. Á Breddanum í dag lýsa vit, hvønn mun lóggáva og sosialar skipanir gera á børnum, sum hava eina mammu og ein pápa - og á børnum, har bæði foreldrini eru av sama kyni. Eisini kjakast fýra løgtingsfólk um evnið, ið knappliga gjørdist sera aktuelt, tá hjúnini Annika S. Vang og Karin Jacobsen Vang søgdu sína søgu um lítla sonin - og barn nummar tvey, sum er áveg.

Luttakarar: Monika Rasmussen, fakligur stjóri á Familjufyrisitingini; Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi; Christian Andreasen, tingmaður fyri Fólkaflokkin;
Ingilín Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin; Steffan Klein Poulsen, tingmaður fyri Miðflokkin. Eisini hoyra vit Anniku S. Vang greiða frá støðuni, ið hon og Karin Jacobsen Vang eru komnar í, nú teirra barn nummar tvey eru áveg.

Um eina góða viku verður aftur loyvi at skjóta lomviga, lunda, álku og skarv. Tað ørkymlar fólk á útoyggj, sum í nógv ár hava roynt, og hava gjørt sítt til, at friða fuglin. Fyrr í dag vóru vit í Dímun saman við fuglafrøðingi og formanninum í Útoyggjafelagnum.

Luttakarar: Óli Jákup úr Dímun, formaður í Útoyggjafelagnum; Sjúrður Hammer, fuglafrøðingur.

Lagt til rættis: Marjun Dalsgaard, Hallur av Rana og Jón Brian Hvidtfeldt.

Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024