Handilstiltøkini komin í gildi

Handilstiltøkini komin í gildi
Hvussu leingi ES-boykottið varar, veit eingin. Føroyar hava biðið um altjóða gerðarrætt at taka støðu til sildatrætuna
Tiltøkini komu í gildi á midnátt, men hvussu leingi tey verða í gildi, veit eingin enn
 
28.08.2013 - 07:51

Handilsforðingarnar hjá ES móti føroyskari norðhavssild og føroyskum makreli eru komnar í gildi. Forboðið fyri innflutningi er eisini galdandi fyri fisk, sum skal gjøgnum ES til Afrika, Eysturevropa og Asia.

Nógvur føroyskur uppsjóvarfiskur er til dømis farin til Rotterdam í frystibingjum. Haðani fara bingjurnar við øðrum skipum til eitt nú Nigeria, sum keypir nógvan uppsjóvarfisk úr Føroyum.

Longu seinasta fríggjadag setti Norra forboð fyri at landa sild úr føroyskum sjógvi í Norra. Landingarforboð fyri makrel hevur verið í tvey ár.

105.000 tons

Føroyska sildakvotan í ár er 105.230 tons. Hini londini, Norra, Ísland, ES og Russland, siga, at føroyingar eiga bara 32.000 tons. Føroyska sildaveiðan nærkast nú 50.000 tonsum.Tann 22.august, t.e. seinasta hósdag, vóru fiskað 43.200 tons.

Hvussu leingi ES-boykottið varar, veit eingin. Føroyar kunnu gera, sum hini londini siga, og ikki fiska meira enn tey siga. Men Føroyar hava, við loyvi frá Danmark, latið altjóða gerðarrætti málið. Nú verður bíðað eftir, at ES tilnevnir sín dómara til gerðarrættin.

Ráðførsla í uttanlandsnevndini

Í næstu viku, mánadagin og týsdagin, verður fundur í London um, hvussu strandarlondini skulu býta norðhavssildina næsta ár. Fyri tann fundin fer Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum um býtið í 2014. Ráðførslan verður fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947