Talv: John Rødgaard 200 landsdystir

Talv: John Rødgaard 200 landsdystir
John Rødgaard telvaði sín landsdyst nummar 200, tá Føroyar og Ísland møttust í landsdysti í Klaksvík
John Rødgaard telvar her sín landsdyst nummar 200
 
19.08.2013 - 09:37
Føroyar og Ísland telvaðu um vikuskiftið vinarlandsdyst í Klaksvík. John Rødgaard sat sum so mangan við talvborðið, og sunnudagurin bleiv ein rundur dagur fyri John.
John Rødgaard telvaði fyri fyrstu ferð fyri Føroyar á OL í Saloniki í 1984. Í gjár telvaði hann landsdyst nummar 200 í landsliðshøpi. Hetta er helst met í føroyskum ítrótti yvirhøvur. Til endahátíðina heiðraði Talvsamband Føroya John Rødgaard fyri hansara trúðfesti. Helgi Dam Ziska bleiv eisini heiðraður fyri GM-normin, sum hann hevur vunnið.
 
Seinni landsdysturin millum Føroyar og Ísland endaði við 6-4 sigri til Ísland.
Føroyingar vóru eitt vet veikari mannaðir til seinna dystin, men tað skal einki takast frá íslendsku gestunum, sum fingu uppreisn eftir stórtapið fríggjadagin. Føroyar vunnu samanlagt vinarlandsdystin við 12½ stigum móti 7½ stigum.
 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV