Rúni og Elsa døma finalurnar

Rúni og Elsa døma finalurnar
Rúni Gaardbo skal døma finaluna um Løgmannssteypið, og Elsa Andreasen skal døma finaluna í steypakappingini hjá kvinnum
Rúni Gaardbo skal døma finaluna um Løgmanssteypið
 
19.08.2013 - 16:06

Dómararnir til steypafinalurnar hjá kvinnum og monnum eru settir. Tað verður Rúni Gaardbo, ið skal døma dystin millum Víking og EB/Streym í finaluni um Løgmanssteypið.

Rúni Gaardbo hevur, sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum, dømt 275 dystir í vaksnamannadeildunum, og hevur verið hjálpardómari í 137 dystum.

Rúni Gaardbo hevur tó ikki dømt finalu um Løgmanssteypið fyrr. Hjálpardómarar hjá Rúna Gaardbo verða Johnleif Gerðisá og Dan Højgaard.

Steypafinaluna hjá kvinnum dømir Elsa Andreasen. Hjálpardómarar verða Leila S. Midjord og Heidi L. Elgeirsdóttir.

Báðar finalurnar verða spældar leygardagin 24. august. Finalan hjá kvinnunum byrjar klokkan 16.30 og finalan um Løgmanssteypið byrjar klokkan 19.45

Mynd: Rakul Hansen (www.hb.fo)

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV