Byrsumúli Føroyameistari

Byrsumúli Føroyameistari
Byrsumúli bleiv føroyameistari í liðkapping í Trap.
A-liðið hjá Byrsumúla bleiv føroyameistari
Mynd: Byrsumuli.org  
 
18.08.2013 - 13:03

Seinasta umfarið í FM-kappingini fyri lið í Trap varð skotið á breytini í Sandvíkum leygardagin. Hetta er fyrstu ferð, at skipað er fyri FM-kapping fyri lið í Føroyum. Áður hevur ikki verið grundarlag fyri hesum, men nú 4 virkin skjótifeløg eru í Føroyum, varð gjørt av eisini at hava eina liðkapping í ár. 

Stórur spenningur var undan seinasta umfarinum, tí bert eitt stig var á muni millum Byrsumúla A og Sunda Byrsufelag A, áðrenn kappingina í dag. Byrsumúli A var frammanfyri, men um Sunda Byrsufelag hevði vunnið kappingina, høvdu teir gjørst Føroyameistarar. Kappingin lagaði seg tó soleiðis, at Byrsumúli A vann við 106 dúgvum (av 150), Byrsumúli B bleiv nr. 2 við 92 dúgvum og Sunda Byrsufelag A gjørdist nr. 3, somuleiðis við 92 dúgvum. 

 

Kappingin endaði við, at A-liðið hjá Byrsumúla gjørdist Føroyameistari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831