Kringvarpið fríkent í máli um sendingina “1448”

Kringvarpið fríkent í máli um sendingina “1448”
Kringvarp Føroya er í Føroya Rætti fríkent í málinum um nakrar myndir, ið vórðu vístar í sjónvarpssendingini "1448" - ein sending um hvussu løgreglan arbeiðir
Kringvarpið er fríkent í einum máli um sendingina "1448"
 
09.08.2013 - 23:16

Í eini av hesum dokumentarsendingum vórðu vístar myndir úr einum húsum, har persónurin, ið búði í húsunum, júst var deyður.

Avvarðandi kærdi
Ein dóttur í húsinum gjørdi eftir sendingina vart við seg, tí hon helt, at sendingin var gingin ov nær privatum viðurskiftum í familjuni. Hon kærdi Kringvarpið til Fjølmiðlanevndina. Og Fjølmiðlanevndin gav henni rætt í, at Kringvarpið ikki hevði víst nóg góðan fjølmiðlasið við ikki at kunna tey avvarðandi um at myndirnar.

Kringvarpið vísti hinvegin á, at myndirnar vórðu tilgjørdar soleiðis, at ikki bar til at kenna staðið.

Dótturin fór víðari við málinum, og reisti rættarsak við kravi um endurgjald.

Tað er hesin dómur, sum fall í Føroya Rætti í gjár. Kringvarpið varð fríkent. Rættarúrskurðurin sigur, at ikki ber til av myndunum hjá øðrum enn teimum nærmastu at síggja hvør samleikin hjá deyða persóninum er, og tí verður kravið um endurgjald ikki gingið á møti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Nýggjastu sendingar í SV