Ongi føroysk uppsjóvarskip í Grønlandi

Ongi føroysk uppsjóvarskip í Grønlandi
Skip úr Íslandi og Kina hjálpa grønlendsku fiskivinnuni at fiska makrel og sild í grønlendskum sjógvi. Føroysk skip sleppa tó neyvan upp í part
Enn eru ongi føroysk uppsjóvarskip farin í grønlendskan sjógv (tilvildarlig mynd)
Mynd: www.fiskebåt.fo  
 
25.07.2013 - 08:45

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at eingin hevur søkt um loyvi fara til Grønlands eftir makreli og sild, so Fiskimálaráðið hevur ikki havt fyri neyðini at tikið støðu til spurningin higartil í ár. Men í fjør segði Fiskimálaráðið nei, tí tað heldur ikki, at Føroyar skulu eiga lut í grønlendsku uppsjóvarvinnuni.

Íslendsk í Eysturgrønlandi
Ísland segði eisini nei í fjør, tí íslendska stjórnin stúrdi fyri, hvat ES og Norra fóru at siga. Men í ár er eingin slík stúran í Íslandi. Nú sleppa íslendsk skip at fiska makrel við Eysturgrønland.

Hóast Grønland ikki er við í nøkrum avtalum um norðhavssild og makrel, hevur Grønland ásett sær 15 túsund tons av makreli og 10 túsund tons av sild í ár.

Men uppsjóvarfiskur er í grønlendskum sjógvi, og tí hevur landsstýrið givið loyvi til royndarfiskiskap fyri at vita, hvussu nógv er til av sild, makreli og svartkjafti. Talan er tí ikki um vinnuligan fiskiskap, og tí er ikki neyðugt at samráðast við onnur lond um kvoturnar, heldur grønlendska landsstýrið.

Onki er frætt um, at strandarlondini hava latið við seg komið, nú Grønland fiskar uppsjóvarfisk. Jacob Vestergaard sigur, at Føroyar hava gjørt vart við iva um grønlendska fiskiskapin á millumtjóðafundum um fiskiskap.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269