Alnetið: SHEFA-kaðalin slitin í eina viku

Alnetið: SHEFA-kaðalin slitin í eina viku
Alnetið seinastu vikuna hevur verið svikaligt. Serliga um kvøldið hevur verið trupult at toga livandi myndir og ljóð niður á føroyska alnetinum
Gággufiskimenn oyðileggja alnetsambandið hjá føroyingum.
 
25.07.2013 - 12:04

Tað merkist so tað forslær á alnetinum, tá SHEFA-kaðalin er óvirkin. Og hesa seinastu vikuna hevur sambandið á føroyska alnetinum verið vánaligt. Og orsøkin eru gággufiskimenn úr Orkneyum og kring Orkneyar.

 

- Fiskimenn trola- og dreggja eftir gággu í einum 60 kilometrar longum øki, har SHEFA-kaðalin liggur. Og hósdagin slitnaði kaðalin, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele.

 

Aðru ferð í ár
Hóast SHEFA-kaðalin er væl merktur, so eru gággufiskimenninir gáloysnir, tí hetta er aðru ferð bara í ár, at teir slíta kaðalin. Og tað er ikki bíligt, tað kostar einar 2 milliónir krónur hvørja ferð.

 

- Hesar dagarnar, síðan kaðalin slitnaði, hava vit brúkt Farice-kaðalin. Men trýstið er so stórt, at Farice megnar tað ikki so væl – serliga trupult hevur tað verið um kvøldarnar, sigur Kristian Davidsen.

 

Føroya Tele fer nú at royna at upplýsa upp aftur meira um, hvar SHEFA-kaðalin liggur, so hann fær frið.

 

SHEFA-kaðalin er strektur úr Føroyum til Hetlands, úr Hetlandi til Orkneyar, og úr Orkneyum til Norðurskotlands.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919