Gull til Valborg

Gull til Valborg
Valborg Heinesen hevur vunnið gull á 10.000 metrum hjá kvinnum, og Marnar Djurhuus bronsu hjá monnum
Valborg Heinesen tryggjaði frælsum ítrótti fyrsta gullmerkið síðani oyggjaleikirnar í 2003
 
16.07.2013 - 00:45

Finalan í 10.000 metrum í frælsum ítrótti hevur verið í kvøld, og úrslitið bleiv, at Valborg Heinesen vann gull. Hetta er fyrstu ferð, síðani oyggjaleikirnar í Guernsey í 2003, at eitt gullmerki er vunnið í frælsum ítrótti.

Valborg legði varliga út og helt seg nakað aftanfyri fyrstu løtuna, men tá tað restaðu einir tveir umgangir í, setti hon ferð á og rann fram um og frá sínum kappingarneytum. Tíðin hjá Valborg var 38.01.20 minuttir.

Nummar tvey bleiv Gail Griffith úr Ynis Mon og nummar trý bleiv Ashley Estwanik úr Bermuda. 

Hjá monnum fekk Marnar Djurhuus bronsu á 10.000 metrum. 

Samanumtikið hevur hetta verið ein góður dagur hjá frælsum ítrótti, sum hevur fingið trý heiðursmerki í dag. Øssur Debes Eiriksfoss fekk silvur í hæddarlopi, Valborg Heinesen gull á 10.000 metrum og Marnar Djurhuus bronsu somuleiðis á 10.000 metrum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV