Skuldsettur fyri manndrápsroynd

Skuldsettur fyri manndrápsroynd
Føroya rættur hevur varðhaldsfongslað ein 18 ára gamlan mann. Hann er skuldsettur fyri manndrápsroynd
Ein 18 ára gamal maður er varðfongslaður, skuldsettur fyri drápsroynd.
 
14.07.2013 - 22:15

Froskmenn og fólk á landi leita í løtuni eftir knívinum, sum ein 18 ára gamal maður skal hava brúkt at stungið fólk við sunnumorgunin. 

Hendingin fór fram í Norðdepli í morgun. Maðurin fór inn í eini hús. Har stakk hann ein mann við knívi meira enn 17 ferðir ymsastaðni á kroppinum, millum annað í búkin og nakkan. Ein kvinna, sum eisini búði í húsinum, varð eisini stungin eina ferð í nakkan og eina ferð í búkin.

Flýddu
Maðurin og kvinnan flýddu undan manninum inn í eini grannahús. 18 ára gamli maðurin elti tey og fór inn í húsini og upp á loft. Har komu maðurin og konan, sum búðu í húsunum, í móti honum. 18 ára gamli maðurin stakk mannin í minsta lagi 2 ferðir í búkin, og kvinnuna í minsta lagi eina ferð í búkin. Øll fingu so mikið álvarsligar løstir, at tey vórðu flutt á sjúkrahús til viðgerðar.

Varðhaldsfongslaður
Maðurin skal sita varðhaldsfongslaður fyribils til 9. august. Hann skal persónskannast og mentalkannast. Løgreglan hevur eisin fingið loyvið at gera húsarannsókn í kamarinum heima hjá 18 ára gamla manninum.

Vandi fyri samsvarandi lógarbroti
Grundgevingin hjá dómaranum at varðhaldsfongsla mannin er, at vandi er fyri, at maðurin ger líknandi lógarbrot aftur; at løgreglan enn ikki hevur funnið vápnið, og at tey, sum fingu skaða, kunnu møta honum aftur, og tað kann fáa tey at broyta frágreiðing, segði dómarin.

Fjølmiðlarnir hava fingið referatforboð, og tí ber ikki til at endurgeva nakað av tí, sum kom fram í rættinum - burtur sæð frá sjálvari skuldsetingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831