Eik heftir ikki fyri virðisbrøv frá Kaupthingi

Eik heftir ikki fyri virðisbrøv frá Kaupthingi
Vánalig ráðgeving hjá gamla Eik Banka kostar nýggja Eik góðar 350.000 kr. Poul Michelsen fær nakað av endurgjaldi, men Sólborg Dulavík fær einki
Vánalig ráðgeving hjá gamla Eik Banka kostar nýggja Eik góðar 350.000 kr. Men bankin heftir ikki fyri virðisbrøvum, sum Kaupthing seldi.
 
03.07.2013 - 12:30
Hóast Eik Banki tók við føroysku deildini hjá íslendska bankanum Kaupthing í 2007, heftir Eik Banki Føroya ikki fyri sonevndu tryggu virðisbrøvini uttan váða, sum Kaupting seldi føroyingum. Virðisbrøv, sum mistu alt virðið, tá millum annað amerikanski bankin Lehmann Brothers fór á heysin í 2008.
 
Tí ber heldur ikki til at fara til Eik Banka Føroya eftir mistu pengunum.
 
Tað sigur Føroya rættur í tveimum dómum, sum vórðu sagdir mánadagin. 
 
Var Kaupthing framvegis til, hevði borið til at fara til hansara eftir pengunum, sum fólk settu í virðisbrøvini, tí tey fingu vissu um, at tey vóru trygg. Kaupting hevði havt skyldu til at lata fólki pengarnar aftur.  Men av tí at Eik Banki ikki keypti partabrøvini í Kaupthingi í Føroyum, tók Eik ikki á seg ábyrgdina av tryggu virðisbrøvini. 
 
Og tí fekk Eik Banki Føroya viðhald í Føroya rætti.
 
Heldur ikki endurgjaldsábyrgd
 
Sambært sáttmálanum um yvirtøkuna átók Eik sær heldur ikki endurgjaldsábyrgd fyri Kaupthing. Eik Banki Føroya er tí frídømdur í sakarkravinum um, at hann viðgongur, at virðisbrævakeypini verða ógildað og pengarnir goldnir aftur. 
 
Tí fær Poul Michelsen ikki 415.000 kr., sum hann stevndi Eik Banka Føroya eftir. Og Sólborg Dulavík fær ikki 288.000 kr. Tvørturímóti skal hon rinda Eik Banka Føroya 30.000 kr. í sakarkostnaði.
 
Men kortini fær Poul Michelsen 318.000 kr. umframt rentu. Tær fær hann, tí ein ráðgevi hjá Eik Banka í 2008 ikki ávaraði hann móti virðisbrøvunum í Lehmann Brothers, sum tá var farin at ridla. Tann 14.juli í 2008 mælti ráðgevin Poul Michelsen til ikki at sleppa sær við við virðisbrøvini. Tveir mánaðir seinni fór Lehmann á heysin.
 
Føroya rættur sigur, at ófullfíggjaða ráðgevingin, sum Poul Michelsen fekk frá Eik Banka, gjørdi, at hann misti sínar pengar. 
 
Heftir fyri ráðgevan
 
Og Eik heftir fyri sín ráðgeva, og skal tí gjalda Poul Michelsen 318.000 kr. og 33.000 kr. í sakarkostnaði. Poul Michelsen stevndi í hesum førinum eftir góðum 355.000 krónum. Men av tí at Poul Michelsen hevur fingið góðar 37.000 kr. frá trotabúnum eftir Lehmann Brothers, endaði talið á 318.000 kr.  
 
Sambært Brandi Ellingsgaard, advokati, hava onnur fingið somu ráðgeving sum Poul Michelsen fekk.        
 
Hetta er so tað, sum Føroya rættur kom til.Men advokaturin hjá Poul Michelsen og Sólborg Dulavík, Brandur Ellingsgaard, kannar nú, um málini skulu roynast í Landsrættinum. Hann hevur hetta til ólavsøku at kæra til Landsrættin.
 
Somu freist hevur Eik Banki Føroya sjálvandi, hevur hann hug at royna málið í Landsrættinum, nú bankin er dømdur at gjalda Poul Michelsen endurgjald fyri tryggu íløguna uttan váða. 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216