Føroyingar og grønlendingar skulu hava barnakekk

Føroyingar og grønlendingar skulu hava barnakekk
Nýggj lóg hevur við sær, at føroyingar og grønlendingar verða viðfarnir sum útlendskir ríkisborgarar. Nú verður málið kannað
Ein lógarbroyting, sum ger mun á dønum øðrumegin og føroyingum og grønlendingum hinumegin, hevur fingið ilt í bæði føroysk, grønlendsk og donsk fólkatingsumboð.Málið verður nú kannað í danska skatta- og almannamálaráðnum.
 
05.06.2012 - 16:51

Danska skattamálaráðið og almannamálaráðið kanna nú møguleikarnar fyri at broyta reglurnar soleiðis, at føroyingar og grønlendingar í Danmark verða javnsettir við danir, tá ið ræður um at fáa barnakekk.

Bæði føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini hava funnist at nýggju reglunum, sum siga, at foreldur skulu hava búð tvey ár í Danmark seinastu 10 árini fyri at hava rætt til barnakekk, sum verður goldin eina ferð um fjórðingsárið.

Fólkatingsumboðini hava víst á, at føroyingar og grønlendingar eiga ikki at koma undir hesa regluna, tí teir eru danskir ríkisborgarar, á jøvnum føti við danir sjálvar.

Eingin avgerð tikin

Føroysku fólkatingsmenninir, Edmund Joensen og Aksel V. Johannesen, sum herfyri hevði sæti á Christiansborg fyri Sjúrð Skaale, hava sett ráðharrum fyrispurningar í málinum.

Grønlendska kringvarpið, KNR, hevur spurt danskar myndugleikar um málið. Skattamálaráðið upplýsir, at ráðharrastovan saman við almannamálaráðnum er farið at kanna møguleikarnar at broyta reglurnar, so tær ikki galda fyri grønlendingar og føroyingar, men enn er eingin avgerð tikin.

Martin Henriksen úr Danska fólkaflokkinum sigur, at endamálið við lógarbroytingini var at forða fyri, at útlendingar, sum koma til Danmarkar, skulu fáa atgongd til danskar veitingar longu frá fyrsta degi.  Men fólk í ríkisfelagsskapinum eiga at verða javnsettir, sigur hann við KNR. 

Skuldi ikki raka føroyingar og grønlendingar

Martin Henriksen, sum eisini er limur í føroyanevndini og grønlandsnevndini í fólkatinginum, hevur biðið Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, um at kanna málið.

Lógarbroytingin varð gjørd, meðan Troels Lund Poulsen var skattamálaráðharri í stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen. 

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sigur við KNR, at hann hevur fingið at vita frá Troels Lund Poulsen, at tað var ongantíð ætlanin, at lógarbroytingin skuldi raka føroyingar og grønlendingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV