Í skúlanum í Eysturkommunu arbeiða tey við verkætlanini Betri vinir. Bamsan hevur verið á vitjan, og tey hava havt ein stuttligan dag við øllum góðum. Eisini syngja tey nógv í skúlanum.
Næmingar í Kvívíkar skúla hava gjørt verkætlan. Evnið er - ein grøn kommuna.
Aðrir partar
Vit hava fingið bræv frá Emiliu, sum hevur rossið Baldur. Vit fara á vitjan og Emilia fer at greiða frá.
Vit eru til hundavenjing saman við Emiliu. Hon eigur hundin Livu. Emilia fyrireikar seg til hundaframsýning.
Vit eru í Klaksvík, tí næmingar á Skúlatrøð hava evnisarbeiði um endurnýtslu.
Í 3.flokki í skúlanum á Fossanesi eru fýra gentur. Tær eru allar á sama liði í estetiskum fimleiki.
Tað er stuttligt at sova saman, siga Fípa, Ida og Jónhild. Tær sova ofta saman og hesa ferð eru tær heima hjá Fípu.
Nýggj fløga og pláta er komin út. Talan er um barnaútgávuna - HA HA oyggin. Vit eru í studio Bloch saman við teimum, sum syngja og spæla.
Vit hava fingið bræv frá Honnu Lilju. Henni dámar væl at svimja og hevur 50 medaljur.
At fara í 1.flokk er spennandi og tú lærir nógv. Heini er gongur í 1.flokki í Sankta Frans skúla í Havn.
Joan, Kate og Meinhild ganga til sang í Nes sóknar musikkskúla hjá Katrin á Borg.
Vit vitja frítíðarskúlan í Badmintonhøllini í Havn. Her hava tey kaninir. Og børnini í frítíðarskúlanum fara at greiða frá.
Vit eru í skúlanum á Fløtum og her er kassabilakoyring.
Vit eru bodnar í Frískúlanum í Havn, sum er á Velbastað. Her hava tey evnisviku um kenslur.
Vit eru á vitjan hjá Lilju, sum hevur hundin Leiku. Lilja býr á Skála.
Vit hava fingið bræv frá 9 ára gomlu Lív, sum fer at gera pappír í frískúlanum í Havn.
Í dag eru vit til - Ljóð í leiki í skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík. Næmingar í 1. 2. og 3.flokki spæla floytu saman við Katju.
Markus og pápin, sum eitur Jens Marni hava verið í studio og sungið ein sang inn fyri Barnabata, tað er - Sangurin hjá Bamsa.
Næmingar í frískúlanum í Havn syngja og kvøða til morgunløtu.
Vit eru í musikkskúlanum á Giljanesi. Tey fara skjótt til Íslands at ferðast og tey spæla fleiri konsertir.
Vit eru í Klaksvíkar Tónlistaskúla, tá ið Helena, Maja, Hjørdis, Louisa venja í orkestri.
Ragnhild og Klara eru 11 ára gamlar. Tær eru vinkonur og teimum dáma væl at binda og gera ymiskt handaligt. Vit vóru heima hjá Ragnhild í Maritugøtu í Hoyvík og fingu drekkamunn og gott prát.
Vit eru í dagstovninum á Argjahamri. Spírar hava bjóðað okkum við út í rúmdina.
Í Sandoyar Meginskúla hava næmingar gjørt evnisarbeiði um samferðslu og søguligar hendingar, nú Sandoyartunnilin lat upp fyri jól. Næmingar og lærarar úr øllum skúlunum á Sandoynni hava arbeitt saman.
Vit hava fingið innbjóðing til 90 ára føðingardag hjá Sankta Frans skúla. Næmingar í skúlanum hava havt evnisviku og hava lært eina rúgvu.
Vit hava fingið bræv úr Fuglafirði, tey hava bjóðað okkum til sangleikin Shrek.
Sirið, Randi og Angela savna sær lummapening, tí tær ætlar sær til Danmarkar ein túr.
Sjúrður og Gunnbjørn hava bjóðað okkum til judo í Havnar Judofelag.
Ari er 11 ár og býr í Søldafirði. Hann hevur fleiri djór, eitt nú skeggdrekan Alvin.
Vit hava fingið bræv frá skúlanum við Løgmannabreyt. Tey hava evnisvikuna - SVL-Samfelagið
Vit eru á tekniskeið í skúlanum við Løkin í Runavík, saman við 4. og 5. flokki. Barbara Hilduberg frá Listaleypinum er lærari.
Vit fara til klarinet við Oliviu, á musikskúlanum í Havn.
Vár er 12 ára gomul og býr í Kollafirði. Hon gjørdist nummar tvey í DM í inniróðri. Vit hava fingið bræv og fara at hoyra Vár greiða frá.
Vit eru heima hjá Almu og her eru fleiri vinkonur, sum spæla við slím.
Tey í miðdeildini í skúlanum á Fløtum hava vísindaviku. Tey hava granska mong spennandi og fjølbroytt evni.
Soleiðis skriva tey í brævinum - Hey! Vit eru 4. flokkur í Stranda skúla. Vit vilja fegin bjóða tykkum at
koma at vitja okkum í okkara skúlastovu. Vit eiga tvær skjaldbøkur (sum
hava etið sjey rækjur og tveir fiskar), og eina kula bókahill, nógvar
urtapottar. Eisini hava vit gjørt ein sjónleik, sum vit fara at vísa fyri
foreldrunum. Vit hava eisini málað ymiskt á veggin, og gjørt eina
ørgrynnu av plakatum av ymsum slag.
Nóam hevur sent okkum bræv og hevur bjóðað okkum við til fótbóltsvenjing í FC Hoyvík.