Vísindavøka (teknmálstulkað)

Vísindavøka '23 - Margretha Thomsen, Landssjúkrahúsið - teknmálstulkað
24-02-2024

Sálarheilsa hjá føroyskum barnakonum. Margretha Thomsen er ljósmóðir og arbeiðir á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Hon er í løtuni eisini masterlesandi í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Margretha Thomsen fer at greiða frá eini verkætlan hjá Sanne Storm um sálarheilsu hjá føroyskum barnakonum undir viðgongutíðini og eftir føðing, sum hon hevur verið við til at savna dátur inn til.

Vísindavøka (teknmálstulkað)

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum. Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.