Varðar á leiðini

Varðar á leiðini: Harkaliðið
23-07-2019
Um LP plátuna hjá Harkaliðnum, sum kom í 1971

Harkaliðið endurnýggjaði vísu- og kvæðatradisjónina í modernaðum fólkatónleiki. LP-plátan, sum bólkurin læt frá sær í 1971, stendur fyri seg í føroyskum tónleiki.

Ikki øllum dámdi, at tey eksperimenteraðu við gomlum kvæða- og vísuløgum, men teirra tulkingar og framførslur hava eisini kveikt av nýggjum ansin millum ungfólk fyri tí forna føroyska sangskattinum.

Annika Hoydal, Jógvan Telling Joensen, Jógvan Dahl og Kári Mouritsen mannaðu Harkaliðið. Tey greiða frá royndunum at gera hesa slóðbrótandi plátu í útisetaárum teirra í Keypmannahavn. Aðrir tónleikarar bera eisini fram sína hugsan um verkið.

Varðar á leiðini

Sendirøð um føroyskar plátur, sum eru vorðnar klassikarar. 
Hesaferð er plátan Les Îles Féroé, sum var eitt nýbrot bæði tøkniliga og í stíli, til umrøðu
03-09-2019
Um útgávuna "Upp á tá" hjá bólkinum Tinganest frá 1983
28-08-2019
Tónleikurin til sangleikin Skeyk er til umrøðu.
27-08-2019
Um LP-plátuna Frændur ll, sum kom í 1986
25-07-2019
Um Veðraplátuna hjá Straight Ahead, ið kom út í 1978
24-07-2019
Um LP plátuna hjá Harkaliðnum, sum kom í 1971
23-07-2019
Hesa ferð um LP-plátuna, ið Faroe Boys góvu út í 1967
22-07-2019