Niels Midjord

Niels Midjord: Niels tulkar Gunnleif
13-02-2024
Í fyrsta av trimum partum tulkar Niels Midjord Gunnleif Thomsen. Spældir verða tættir og vísur úr Bingofløguni, sum stavaðu frá Varmakelduteitinum.

Vit hoyra m.a. Niels Midjord greiða frá, nær hann byrjaði at spæla gittar. Talan er um samrøðu, sum Tórður Johannesarson gjørdi við hann. Komið verður inn á samstarvið millum hann og yrkjaran Gunnleif Thomsen. Spældir verða tættir og vísur úr Bingofløguni, sum stavaðu frá Varmakelduteitinum.

Niels Midjord

Í trimum sendingum fara vit at hoyra um sangaran og týðaran Niels Midjord. Hann var ógvuliga virkin og fjølbroyttur sangari og tulkari. Hann týddi og tulkaði m.a. sangir eftir Alf Prøysen, Leonard Cohen og Evert Taube. Hann sang kingo, sálmar og ikki minst vísur eftir Gunnleif Thomsen. Í sendingunum hoyra vit Niels Midjord syngja og greiða frá.
Vit hoyra m.a. Niels syngja kenda barnasangin hjá Alf Prøysen Tú skalt eiga morgindagin.
27-02-2024
Vit hoyra m.a. Niels Midjord syngja og greiða frá Gráa Fordinum, sum Gunnleif Thomsen yrkti
20-02-2024
Í fyrsta av trimum partum tulkar Niels Midjord Gunnleif Thomsen. Spældir verða tættir og vísur úr Bingofløguni, sum stavaðu frá Varmakelduteitinum.
13-02-2024