- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gastronomiskir úrmælingar á altjóða pallinum
Poul Andrias Ziska: Altjóða úrmælingurin
13-02-2020
Hesaferð verður vitjað á matstovuni KOKS, har Poul Andrias Ziska er høvuðskokkur. Hann telist millum yngstu kokkarnar nakrantíð, sum hevur fingið tvær michelin-stjørnur.
Lagt til rættis: Rólant Waag Dam.
Gastronomiskir úrmælingar á altjóða pallinum
Hetta er ein sendirøð í trimum pørtum, sum snýr seg um føroyskar úrmælingar á altjóða gastronomiska pallinum.
Rólant Waag Dam og Jónfinn Stenberg hava gjørt sendingina.