Heartist

Brellbiti: HEARTIST
08-01-2024
Hóskvøldið eftir Dag og viku vísa vit stórsligna heimildarfilmin HEARTIST. Ein filmur um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir.

Fyrst í hesum árinum var heimildarfilmurin HEARTIST frumsýndur á altjóða filmsfestivalinum í Keypmannahavn CPH:DOX, har filmurin eisini var í uppskoti til heiðurin sum besti norðurlendski dokumentarfilmur. 

Leikstjórarnir, Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi, skuldu upprunaliga, saman við filmsfotografinum Rógva Per Rasmussen, gera ein film upp á fimm minuttir til Listaskálan. Men skjótt gjørdist greitt, at Sigrun Gunnarsdóttir var so mikið áhugaverd, at tey vildu gera ein heimildarfilm (dokumentar) um hana. Tað kanst tú lesa meira um her

Hóskvøldið eftir Dag og viku vísa vit HEARTIST í sjónvarpinum, og samstundis verður heimildarfilmurin tøkur á heimasíðu okkara í 6 mánaðir.

Heartist

Heimildarfilmur um føroysku listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir.

Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi hava leikstjórnað, Rógvi Per Rasmussen hevur filmað, og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleik og ljóðmynd. Animatiónirnar hevur bretska Katy Beveridge gjørt.

 

Heartist er tøkur á kvf.fo til og við 11. juli 2024.

11-01-2024
Hóskvøldið eftir Dag og viku vísa vit stórsligna heimildarfilmin HEARTIST. Ein filmur um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir.
08-01-2024