Tvøraprestur prestvígdur

Tvøraprestur prestvígdur
Annika Magnussen Gaard, sum frá 1. oktobur verður nýggjur sóknarprestur á Tvøroyri, varð prestvígd í Dómkirkjuni í morgun.
Annika Magnussen Gaard varð prestvígd í Dómkirkjuni í morgun
 
17.09.2023 - 13:18

Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík, og hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Kjøpinhavn á sumri í fjør.

Mannagongdin er tann, at kirkjuráðini velja prestin og gera eina innstilling, og síðani setir landsstýriskvinnan í kirkjumálum sóknarprestin í embætið, og biskupur er fyrisitingarligur leiðari.

Innsetingargudstænasta, har Annika Magnussen Gaard verður skipað í embætið, verður í Tvøroyrar kirkju fyrru helvt av oktobur.

Í Suðuroynni eru tríggir sóknarprestar, ið arbeiða saman í einum toymi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Leygardag 11. mai
Morgunlestur leygardagur 11. mai 2024
174299
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843