- Tíðindi, mentan og ítróttur
Urtagarðurin
Uppi á Gróðurstøðini í Hoydølum hava tey millum 200 og 300 ymisk sløg av runnum og trøum at selja. Uppgávan hjá Gróðurstøðini er fyrst og fremst at framleiða trø og runnar fyri at finna útav, hvat veksur væl her hjá okkum. Men tey hava eisini eina stóra plantusølu, sum bara økist ár undan ári. Ein stórur partur av arbeiði teirra hesa árstíðina, er at vegleiða tey, sum koma at keypa, so tey fáa gróðursett okkurt, sum hóskar seg væl, har tey búgva. Prátað verður við Rakul Dam Lindberg.
Lagt til rættis hevur Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen.
Urtagarðurin
Føroysk urtagarðsrøð í fimm umførum frá 2003-2008. Í urtagarðinum verður ferðast kring landið og vitjað urtagarðar og tosað við fólk, sum hava áhuga fyri urtagarðsarbeiði og blómum yvirhøvur
Bergljót D. Hentze og Ragnar C. Joensen gjørdu sendingina.