Fýra føroysk systkin í Sacramento

Havnardrongur í amerikanska herflotanum
18-06-2023
Fyrri partur av dokumentarisku ljóðmyndini "Fýra føroysk systkin í Sacramento". Vit hoyra um 21 ára gamli Nickels Joensen, sum skrivaði seg í 1879 inn í amerikanska herflotan

21 ára gamla Nickels Joensen úr Havn skrivaði seg í 1879 inn til herflotamann í Boston í USA.

Hann sigldi runt alt Amerika, og var í 1881 lagdur inn á hernaðarsjúkrahús í Kalifornia.

Tjúgu ár seinni setti hann aftur kós móti Føroyum.

 

Systrarnar undir Kletti

Seinni partur í dokumentarisku ljóðmyndini "Fýra systkin í Sacremetn" kallast “Systrarnar undir Kletti flyta til Kalifornia”.

Tá hoyra vit um tilkomnu systrarnar hjá Nickels Joensen – allar seymikonur í Havn – sum í búnum árum tóku stóra stigið at flyta av Eystaruvág yvir til beiggjan Nickels á amerikonsku vesturstrondini. 

Burturúr skjølum, bløðum og brøvum fáa vit eina fatan av longu ferðini úr Føroyum til Kalifornia, hvussu systkini kláraðu seg, samskifti tey høvdu við beiggjan Hans Joensen í Havn, og hvussu gekst teimum øllum.

Magni Arge skipar fyri sendingunum, sum byggja á kanningararbeiði og keldutilfar úr Føroyum, Danmark og USA. 

Listamaðurin Anker Eli Peterse hevur teknað hesa vøkrum myndina av "Havnardrongur í amerikanska herflotanum".

 

Sendingin var send fyrstu ferð í 2021.

Fýra føroysk systkin í Sacramento

Vit hoyra um 21 ára gamli Nickels Joensen, sum skrivaði seg í 1879 inn í amerikanska herflotan. 21 ára gamla Nickels Joensen úr Havn skrivaði seg í 1879 inn til herflotamann í Boston í USA. Hann sigldi runt alt Amerika, og var í 1881 lagdur inn á hernaðarsjúkrahús í Kalifornia. Tjúgu ár seinni setti hann aftur kós móti Føroyum.
Seinni partur av dokumentarisku ljóðmyndini "Fýra føroysk systkin í Sacramento". Vit hoyra um systrarnar hjá Nickels Joensen, sum, í búnum árum, eisini flyta til USA
25-06-2023
Fyrri partur av dokumentarisku ljóðmyndini "Fýra føroysk systkin í Sacramento". Vit hoyra um 21 ára gamli Nickels Joensen, sum skrivaði seg í 1879 inn í amerikanska herflotan
18-06-2023