Sverri kappast um EM-pláss

Sverri kappast um EM-pláss
Sverri Sandberg Nielsen og Bastian Secher rógva um vikuskiftið í ársins fyrstu World Cup-stevnu í Zagreb. Plássið í danska EM-einskullaranum stendur upp á spæl
Sverri Sandberg Nielsen rør um vikuskiftið sína fyrstu World Cup-stevnu í ár
Mynd: Balint Czucz: roning.dk  
 
04.05.2023 - 11:54

Føroyski rógvarin, Sverri Sandberg Nilsen, rør um vikuskiftið í fyrstu World Cup-stevnuni í ár. 

Liðfelagin á danska landsliðnum, Bastian Secher, verður eisini við, og teir báðir kappast um plássið í danska EM-einskullaranum.

Tann av teimum, sum stendur seg betur í Zagreb, skal nevniliga umboða Danmark til evropameistaraheitini í Slovenia í summar. Tilsamans rógva 25 bátar í sonevnda M1x-flokkinum
 
Ítróttastjórin í danska róðrarsambandinum, Thor Jull Kristensen, fegnast um at hava tveir somikið sterkar rógvarar við til kappingina.

 - Eg havi stóra virðing fyri arbeiðnum, sum Sverri og Bastian hava gjørt á venjingarlegum og á maskinunum í vetur, og vóni, at báðir tveir onkursvegna sleppa til OL í París, sigur hann.

 - Vit hava sett teir í eina trupla støðu, har teir ikki fáa vissu fyri EM-luttøkuni, fyrr enn lutfalsliga seint, og tað kann verða ringt, hóast tú ert ein royndur rógvari. Teir vilja báðir til EM, og tí hevur hendan stevnan stóran týdning.


Liðfelagin og kappingarneytin hjá Sverra Sandberg Nielsen á danska landsliðnum, Bastian Secher

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297