Vár- og jubilæumskonsert hjá Føroya Symfoniorkestur

Jubilæumskonsert hjá Føroya Symfoniorkestri 2023
09-04-2023
Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur í 2023 var samstundis ein jubilæumskonsert í samband við, at Føroya Symfoniorkestur hátíðarhelt 40 ára stovningardag

Árliga várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur var í ár samstundis ein jubilæumskonsert. Í tí sambandi bílegði Symfoniorkestrið eina symfoni í fýra satsum fyri orkestur og kór frá tónaskaldinum Tróndi Bogasyni. Hetta er fyrsta symfoniin Tróndur hevur skrivað. Kórið hjá Symfoniorkestrinum luttekur í symfoniini hjá Tróndi Bogasyni.

Symfoniorkestrið fekk eisini vitjan av viðurkenda italska violinleikaranum Franceska Dego, ið framførir Brahms violinkonsertina.

Í veruleikanum var talan um tvær symfoniir, sum vórðu framførdar í senn. Tann fyrra, Symfoni nr.1, tekur støði í wienarklassiska stílinum við einum lívligum 1. satsi í A-dur, einum friðarligum 2. satsi, eini Scherzo og eini Finalu. Tónamálið er lutfallsliga wienarklassiskt við siðbundnum melodium, harmonikki og rútmun.

Symfoni nr. 2 er meira nútímans og er kanska í ein ávísan mun heldur ein antifoni enn ein symfoni. Soleiðis skilt, at hon í stóran mun dyrkar friðin og tað óbroytiliga heldur enn tað episkt dramatiska, ið vit ofta seta í samband við eina symfoni.

Talan er sostatt um tvey sera ymisk tónarúm, sum møtast og í felag skapa eitt triðja tónarúm, Symfoni nr. 1. og 2.

Dirigentur var Bernhardur Wilkinson. Solistur var Francesca Dego (ITA)

Vár- og jubilæumskonsert hjá Føroya Symfoniorkestur

Framført verður nýggja symfoniin, sum Tróndur Bogason hevur skrivað til orkestrið.
Konsert við Føroya Symfoniorkesturi undir leiðslu av Catherine Larsen-Maguire í Norðurlandahúsinum 16. mars í ár.
31-03-2024
Várkonsertin hjá Føroya Symfoniorkestur í 2023 var samstundis ein jubilæumskonsert í samband við, at Føroya Symfoniorkestur hátíðarhelt 40 ára stovningardag
09-04-2023