Eingin stjórnarskipan í hesari tingsetuni

bannari
20.06.2018 - 12:43
InnlendisPolitikkur
Eingin stjórnarskipan í hesari tingsetuni
Uppskotið hjá løgmanni kemur ikki aftur úr grein 25 nevndini fyri ólavsøku, sigur Bill Justinussen, næstformaður í nevndini
Uppskotið um stjórnarskipanina kemur ikki í tingið aftur. Semja er ikki um tað.

Grein 25 nevndin, sum viðger uppskotið hjá løgmanni um stjórnarskipan, kemur ikki við nøkrum áliti fyri ólavsøku.

Meiriluti fæst ikki í nevndini fyri at skriva álitið.

Tað sigur Bill Justinussen í Miðflokkinum. Hann er næstformaður í grein 25 nevndini.

Hann sigur, at semja er als ikki í nevndini um stjórnarskipanina, sum eisini varð løgd fram, uttan at semja var um uppskotið. 

Bæði uppskot og nevnd detta burtur, tá nýggj tingseta byrjar ólavsøkudag.

Men uppskotið kann sjálvandi leggjast fram aftur, og nevndin kann veljast av nýggjum.

Grein 25 nevndin hevur havt 15 fundir um uppskotið um stjórnarskipan.

Samgongan hevur fimm fólk í grein 25 nevndini, og so er Sonja Jógvansdóttir afturat.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Hósdag 23. mai
Lesikrókurin: Hvaðan kom kvinnan
175482
Hósdag 23. mai
Vestmenningur í Havn (2:2)
175476
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066