Stjórnarskipanin umrøðast í næstum

bannari
Stjórnarskipanin umrøðast í næstum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur boðsent floksformonnunum á fund 21. september, at umrøða uppskotið til stjórnarskipan.
 
10.09.2018 - 18:18

Uppskotið fall burtur á ólavsøku, tí semja fekst ikki um uppskotið.

Atfinningar vóru at uppskotinum tá tað varð lagt fram, m.a. tí at ongar viðmerkingar vóru til ymsu greinarnar í uppskotinum.

Serliga grein 25 nevndin sum umrøddi uppskotið, hevði nógvar fundir í vetur, vár og tíðliga í summar, men einki úrslit spurdist burturúr, og tí datt uppskotið burtur.

Nú ætlar so Aksel V. Johanne, løgmaður at gera enn eina roynd, fyri at fáa greiðu á, um hann skal leggja uppskotið fyri aftur løgtingið.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vil ikki gera fleiri viðmerkingar, enn at fundur verður við floksformenninar. Hann vísir til tað, sum hann segði í ólavsøkurøðini, tá hann stutt nevndi stjórnarskipanaruppskotið.

- Stjórnarskipanararbeiðið fyllir skjótt 20 ár, og eg havi lagt stóra orku í málið, men tað hevur verið tungt. Stjórnarskipanin er ikki eitt samgongumál, men eitt mál fyri alt løgtingið og fyri allar føroyingar. Tí má alt løgtingið eisini vera við. Viljin hjá andstøðuni hevur verið avmarkaður, men eg fari kortini at tosa við formenninir eina ferð enn fyri at vita, um grundarlag er fyri at arbeiða víðari, segði løgmaður í Ólavsøkurøðuni. 

Fundurin við floksformenninar verður 21. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Fríggjadag 17. mai
Vikuskiftið 17 mei 2024
175271
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216