Ørvur rakti blett á fjarðastevnu

Ørvur rakti blett á fjarðastevnu
Hjá 8-mannaførum stendur harða kappingin um FM-heitið millum Ørv úr Havn og Gullbrand úr Fuglafirði. Spenningurin var eisini stórur á bryggjuni, áðrenn starskotið ljóðaði
Jan Herman Hansen/RSF
07.07.2026 - 17:22

Spenningurin var stórur á bryggjuni, tá 8-mannførini løgdu til start í fjarðastevnu.

Kappingin um føroyameistaraheitið er hørð millum Ørv úr Havn og Gullbrand úr Fuglafirði, har Marius Albert Petersen er róðursmaður.

Mamman, Unn Eldevig Petersen, var sum vera man spent til róðurin.

 - Tað er ikki frítt, at mann hevur ilt í búkinum. Tað er gott við eini vesikummu nokkso nær, smíltist hon beint fyri róðurin.

Hon væntaði sær harða kapping frá Ørvi og Heiðabátinum úr NSÍ.

 - Teir vilja jú eisini vinna, so sjálvandi eri eg bangin fyri teimum. Heiðabáturin hevur havt øgiliga góðan start nú fleiri róðrar, men Ørvur og Gullbrandur trekkja so tað longra stráið, tá tað kemur til stykkis, segði Unn Eldevig Petersen.

Júst soleiðis var eisini hesa ferð, men í mun til undanfarnu stevnurnar, megnaði Gullbrandur ikki veruliga at bjóða av ímóti Ørvi, sum vann við eini bátslongd.

 - Í dag gekk alt akkurát, sum tað skuldi. Vit hava havt trupulleikar við samlingum og endaspurtinum undanfarnu róðrarnar. Aftaná jóansøku hava vit skift ein mann út, og tað var planurin alla tíð, og tað hevur rigga avbera væl, segði Magnus Midjord, róðursmaður á Ørvi.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713