Sámal farin at smíða nýggjan Eysturoying

Sámal farin at smíða nýggjan Eysturoying
Bátasmiðurin Sámal Hansen er farin undir at smíða nýtt 10-mannafar til NSÍ-kappróður. Eysturoyingur verður eftir ætlan klárur og mannaður næsta summar
Tað verða helst nakrir av ungu monnunum, sum róðu við Heiðabátinum í summar, sum skulu manna Eysturoying
Mynd: Jan Herman Hansen/RSF  
 
31.08.2026 - 12:57

Bátasmiðurin Sámal Hansen er farin undir at smíða nýggjan Eysturoying til NSÍ-kappróður.

Nýggja 10-mannafarið skal eftir ætlan standa klárur og mannast til næsta kappróðrarár.

 - Hetta verður enn eitt týðandi kapittul í søguni um Eysturoying, nýggi Eysturoyingur verður fimti í felagnum, skrivar NSÍ-kappróður.

SÍ EISINI: Eysturoyingur verður skjótt mannaður aftur

Sámal Hansen smíðaði nýggjan Eysturoying til felagið í 1998 og 2009, og báðir bátarnir vunnu FM. Eysturoyingur hevur vunnið føroyameistaraheitið átta ferðir síðan 1998.

Seinastu ferð Eysturoyingur var við var í 2016, tá tað eydnaðist at vinna seinasta føroyameistaraheitið hjá bátinum higartil. Nú verður so nýggj roynd gjørd.

 - Endamálið hjá einum og hvørjum kappróðrarfelag er at hava eitt 10-mannafar, og tað er tað sanniliga eisini hjá okkum. Nú hava vit eitt 8-mannafar, Heiðabátin, og teir eru spentir og raskir og klára seg hampiliga væl, segði Janus Knudsen, formaður í NSÍ-kappróðri, í summar.

 - So hvør veit, um teir ikki ikki fara at forseta og fara í Eysturoying næst ár. Vónandi, segði formaðurin.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713