VIDEO & MYNDIR: Sorgblíður síðsti túrur hjá Jónleifi

VIDEO & MYNDIR: Sorgblíður síðsti túrur hjá Jónleifi
Jónleif Láberg hevur ført Teistin síðani skipið kom í SSL-flotan í 2001. Og nú Sandoyarleiðin var niðurløgd, valdi Jónleif eisini at takka fyri seg sum skipari
21.12.2023 - 16:46

Tað var ein sorgblíð løta hjá Jónleifi Láberg, skipara, tá hann førdi Teistan fyri seinastu ferð úr Skopun á Gomlu rætt. 

Teistin hevur verið arbeiðsplássið hjá Jónleifi síðani skipið kom í flotan fyri útvið 23 árum síðani. 

 

Sorgblítt var tað eisini hjá sandoyingum, ið hava havt Teistan sum álitið og einasta sambandi við meginøkið.

Tískil nýttu nógv fólk í dag  eisini høvið í dag til at siga bæði Teistanum og Sandoyarleiðini farvæl. 

 

Dagurin var eisini serligur fyri manningin umborð á Teistanum,, ið bæði eru vorðnir góðir við Teistan, men eisini tey mongu fólkini, ið hava siglt við Teistanum. 

Tískil passaði tað Jónleif Láberg væl, at hann kundi takka fyri seg sum skipari í Strandfaraskipum Landsins og fara á eftirløn, tá Sandoyarleiðin bleiv niðurløgd. 

Jónleif Láberg, skipari, ið er búsitandi í Skopun, fyllur 72 ár næstuferð. 

Skopun er løgd afturum fyri seinastu ferð og kósin er sett móti Gomlurætt. 

Magnus Olsen, ið eisini hevur verið skipari umborð á Teistanum, heldur fram í Strandfaraskipum Landsins.

Magnus er stórur fortalari fyri, at Teistin ikki verður seldur, tí skipið er sera gott, heldur hann. 

Áhugin fyri seinastu túrunum hjá Teistanum um Skopunarfjørð var stórur. 

Í dag rann saman millum ta nýggju og gomlu tíðina hjá sandoyingum. 

Teistin eigur eitt serligt pláss í hjørtunum hjá serliga sandoyingum, men sanniliga eisini hjá manningini. 

Gunnar Olsen, ið hevur verið hovmeistari umborð á Teistanum í nøkur ár, er úr Hvalba. Hann hevur trivist væl umborð, og fer at sakna bæði manning og fólk, ið hann er komin at kenna tíðina umborð á Teistanum. 

Ein síðsti kaffimunnur í messuni. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418