Færri nýggir bilar, men nógv fleiri brúktir

Færri nýggir bilar, men nógv fleiri brúktir
39 akfør færri eru skrásett higartil í ár - næstan øll persónbilar - men 107 fleiri brúktir bilar
Færri nýggj akfør eru skrásett higartil í ár. (Savnsmynd)
 
02.05.2024 - 08:37

Færri akfør vóru skrásett í Føroyum frá 1.januar til 1.mai í ár enn í fjør.

Talan er um 39 akfør, 5,68 prosent.

Næstan øll eru persónbilar.

Men í apríl er munurin minni. Í apríl í ár eru akførini 219.

Tey vóru 223 í apríl í fjør.

Í apríl í ár vóru skrásettir 179 persónbilar, ein færri enn í apríl í fjør.

Men innfluttir brúktir bilar eru nógv fleiri í ár, vísa tølini hjá Akstovuni.

Til 1.mai vóru teir 107 fleiri. Vøksturin er góð 172 prosent.

Sí yvirlit yvir nýggj akfør her.

Sí yvirlit yvir brúkt akfør her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV