Nú ber til at søkja um leigustuðul

Nú ber til at søkja um leigustuðul
Hann verður rindaður mánaðarliga afturúr á kontu hjá umsøkjaranum
 
01.09.2026 - 07:23

Nú ber til at søkja um leigustuðul.

Umsóknarblaðið er á heimasíðuni hjá Almannaverkinum.

Útgjald verður í fyrsta lagi mánaðin eftir, at Almannaverkið hevur fingið umsóknina.

Hann verður rindaður mánaðarliga afturúr á kontu hjá umsøkjaranum.

Leigustuðulin er 20 prosent av húsaleiguni, sum er ásett í leigusáttmálanum, men tó í mesta lagi 1.500 kr. um mánaðin.

Hjá húskjum, har eitt fólk er yvir 18 ár, lækkar leigustuðulin fimm prosent av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 350.000 kr.

Eru tvey fólk ella fleiri yvir 18 ár, lækkar stuðulin fimm prosent av inntøkugrundarlagnum, sum er omanfyri 500.000 kr.

Verður leigustuðulin minni enn 300 kr., fellur hann burtur.

Fyri hvørjar 12 mánaðir, húski hevur fingið leigustuðul, skal tað skjalprógva veruligu útreiðslurnar til húsaleigu seinasta árið. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742