Vil hava harðari lóg um eftirgjørda sól

Vil hava harðari lóg um eftirgjørda sól
Heilsustýrið biður Heilsu- og Orkumálaráðið dagføra lógina um solarium til kosmetiskt endamál
Krabbameinselvandi sigur gransking.
 
22.08.2026 - 15:38

Heilsustýrið biður Heilsu- og Orkumálaráðið dagføra lógina um solarium til kosmetiskt endamál.

Hon er frá 2015. Tá kom eisini 18 ára aldursmarkið.

Men lógin er bara fyri almennar veitarar.

Hon hevur tí ikki nøktandi verjandi virknað, sigur Heilsustýrið. 

Solariumnýtsla er væl skjalprógvað at vera krabbameinselvandi og serliga vandamikil fyri børn og ung.

Treytir

Heilsustýrið mælir tí til, at lógin verður víðkað til allar veitarar.

Og at greið regulering, skráseting og greitt eftirlit koma.

Í nøkrum londum er forboð sett fyri at brúka sóllampur, solarium.

Heilsustýrið vil hava forboð fyri at marknaðarføra og lýsa við solarium sum heilsufremjandi.

Og aðrar treytir skulu eisini koma í lógina, eitt nú um brúkaravegleiðing, verndarútgerð, ávaringarskelti, markvirði og loyvi at virka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598