Nýggja føðideildin fingið eina flúgvandi byrjan

Nýggja føðideildin fingið eina flúgvandi byrjan
Nýggja føðideildin á Landssjúkrahúsinum læt upp í dag, og nýggju føðistovurnar komu beinanvegin til sín rætt
01.09.2026 - 19:25

Við klipp av snóri, røðum og tónleiki, varð nýggja føðideildin í H-bygninginum hátíðarhildin í dag.

Men meðan móttøkan var, so var gerandisdagurin longu byrjaður. Tvær av trimum føðistovum vóru upptiknar, tá Kringvarpið varð víst runt. Og stutt eftir bleiv eisini tann triðja tikin í brúk.

Við flytingini verður eitt langt tíðarskeið á Landssjúkrahúsinum samstundis lagt afturum.

Føðideildin hevur higartil hildið til í A-bygninginum, sum læt upp í 1924, sum tá æt Dronning Alexandrines Hospital.

Men nú er føðideildin flutt í H-bygningin, har umstøðurnar eru lagaðar til nútíðar krøv við nýggjari tøkni, nýggjum føðistovum og eisini einastovum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949