Tjóðartingsval í India byrjað: Narenda Modi stórfavorittur

Tjóðartingsval í India byrjað: Narenda Modi stórfavorittur
Heimsins størsta tjóðartingsval fór í gongd hósnátt, tá ið valstøð ymsastaðni í India lótu upp, og heldur fram til 1. juni.
Sitandi forsætisráðharrin, Narenda Modi, er stórfavorittur at vinna valið. Valúrslitið væntast at vera greitt tann 4. juni.
Mynd: Stringer/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.04.2024 - 11:53

Heimsins størsta tjóðartingsval fór í gongd í nátt, tá ið valstøð ymsastaðni í India lótu upp.

968 milliónir indarar hava valrætt og skulu velja fólk til teir 543 sessirnar í Lok Sabha, sum undirhúsið í indiska tjóðartinginum eitur. Tað veit bretska kringvarpið, BBC, at siga.

Roknað verður við, at eini 166 milliónir menniskju í 102 valdømum fara at greiða atkvøðu bara í dag.

Valið, sum koyrir í sjey umførum, heldur fram til tann 1. juni, og roknast kann við stórari valluttøku - kanska meira enn tey 67 prosentini, sum vóru seinast.

Sambært Reuters er forsætisráðharrin síðstu 10 árini, Narenda Modi, stórfavorittur at vinna valið við hindu-nationalistiska flokki sínum, BJP.

Hann stendur til at vinna 335 av teimum 543 tjóðartingssessunum, meðan andstøðublokkurin INDIA við gamla Kongressflokkinum á odda bara stendur til at fáa 166 sessir.

 

Búskaparvøksturin í India øgiligur

Modi ríður á aldukambinum, nú tað hesi 10 árini er eydnast honum at gera India til heimsins skjótast vaksandi búskap, og India líkist alsamt meira einum stórveldi.

Búskaparvøskturin hevur tó ikki skapt neyðugu arbeiðsplássini, og hetta hevur serliga rakt tey ungu í býunum, har arbeiðsloysið er so stórt sum 40 prosent.

Eisini hevur tað vakt ans, at tveir leiðandi andstøðupolitikarar eru fongslaðir, nú valstríðið hevur verið í hæddini.

 

Stórfavoritturin ynskir eitt India fyri hinduar

At Modi og hansara flokkur vilja hava, at India skal vera fyri hinduar, hevur gjørt, at teir 200 milliónir muslimarnir og tey 43 milliónir kristnu í landinum verða forfylgd.

BBC skrivar, at hvørki fólkaræði, pressufrælsi ella mannarættindi hava tað serliga gott í dagsins India.

Á demokrati-indeksinum hjá Economist Intelligence Unit er India dottið av 27. plássi í 2014 niður á nummar 46 í 2022.

- Átrúnaðarligu minnilutarnir í India stúra fyri, at Modi fær styrkt sína valdsstøðu í landinum, sigur Thomas Sehested, sum er konsulentur fyri danskar fyritøkur í India.

Við Kristeligt Dagblad sigur hann í dag, at hendir tað, kann India gerast eitt land, sum fyrst og fremst er fyri hinduar - sameindir í máli, mentan og søgu.

Tá ið valhølini endaliga verða latin aftur tann 1. juni, eru tríggir dagar settir av til uppteljing av atkvøðum, so valúrslitið er helst greitt tann 4. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418