Varpið fær tríggjar milliónir aftrat

Varpið fær tríggjar milliónir aftrat
Løgtingið hevur einmælt samtykt broytingaruppskot frá figgjarnevndini, sum eftirlýsir greiðar mannagongdir fyri játtanir av hesum slag
Mentanarhúsið í Klaksvík fær tríggjar milliónir frá løgtinginum aftrat.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.05.2024 - 14:20

Mentanarhúsið Varpið í Klaksvík fær tríggjar milliónir kr. aftrat.

Løgtingið hevur við aðru viðgerð einmælt samtykt eitt broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd um tríggjar milliónir krónur í eykajáttan.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Beinir Johannesen og Árni Skaale í Fólkaflokkinum skutu upp, at mentanarhúsið í Klaksvík skuldi fáa fimm milliónir kr.

Fíggjarnevndini játtaði Varpinum sjey milliónir kr. á fíggjarlógini fyri 2023, og sostatt hevur løgtingið játtað tilsamans 12 milliónir. Stigtakararnir til Varpið bóðu upprunaliga um 15 milliónir.

 

Eftirlýsa greiða mannagongd

Fíggjarnevndin sigur í álitinum til uppskotið, at gongdin í málinum hevur verið tilvildarlig, um samanborð verður við játtan til líknandi verkætlanir, og hevur eftirlýst greiða mannagongd fyri játtanir av hesum slag.

Og fyri at ganga upprunaligu umbønini á møti, mælti øll fíggjarnevndin til at játta írestandi upphæddina upp á tríggjar milliónir. Hetta var samtykt við 29 atkvøðum fyri og ongari ímóti.

Nevndin tekur uppaftur, at greiðar mannagongdir eiga at verða settar í verk, áðrenn játtað verður til fleiri verkætlanir av hesum slag.

Málið skal hava eina viðgerð í tinginum aftrat. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV