Eygleiðari: "Undarligt at eingin vil stuðla undir at fáa alt til lands"

Eygleiðari: "Undarligt at eingin vil stuðla undir at fáa alt til lands"
Aðalorðaskifti um sjófeingislógina hevur verið í løgtinginum í dag, og støðan hjá heimaflotanum fylti nógv, greiðir Árni Gregersen, politiskur eygleiðari, frá
Árni Gregersen, politiskur eygleiðari og viðmerkjari, í løgtinginum, har hann í dag hevur fylgt við aðalorðaskiftinum um sjófeingislógina
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
18.04.2024 - 16:28

Árni Gregersen, politiskur eygleiðari og viðmerkjari, hevur fylgt aðalorðaskiftinum um Sjófeingislógina, sum byrjaði klokkan 13 í dag. 

Hann undrast á, at eingin politikari kom við nøkrum ítøkiligum hugskoti um, hvussu mann frá politiskari síðu kann stuðla undir, at fáa alt av fiskinum við til lands. 

Hetta er nakað, ið Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, annars ætlar at seta í verk við lóg soleiðis, at í 2030 verður tað kravt við lóg, at alt av fiskinum verður tikið við til lands. 

Arni_Gregersen_til_NET_18042024


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV