Løgfrøðingar: Sjálvræðislóg javnstillar partarnar í Ríkisfelagsskapinum

Løgfrøðingar: Sjálvræðislóg javnstillar partarnar í Ríkisfelagsskapinum
Tveir løgfrøðingar skjóta nú upp at gera eina lóg um sjálvræði Føroya, ið kann flyta Ríkisfelagsskapin frá versjón 1.0 til 2.0
Stjórnarleiðararnir í Ríkisfelagsskapinum, sum vit kenna hann í dag
Mynd: savnsmynd  
 
17.04.2024 - 21:00

Í eini tíðargrein um dagarnar verður róð framundir, at gerast skal ein lóg um sjálvræði Føroya, ið flytur okkum fram til Ríkisfelagsskapin 2.0.

Tað eru Kristian Joensen, námslektari, og Bárður Larsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya, ið hava skrivað greinina.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, og aðrir leiðandi politikarar verða har tiknir upp á orðið, tá ið teir umrøða ríkisfelagsskapin sum ein felagsskap millum javnbjóðis partar.

 

Setanarrøða skundaði undir tíðargreinina

Tá ið danska fólkatingið varð sett fyrsta týsdagin í oktober, legði Mette Frederiksen stóran dent á, at ríkisfelagsskapurin skuldi vera eitt javnbjóðis samstarv millum trý lond, tríggjar tjóðir og tríggjar stjórnir.

- Hetta skundaði undir, at vit skrivaðu hesa tíðargreinina, sigur Kristian Joensen:

Í tíðargreinini seta Kristian Joensen og Bárður Larsen spurnartekin við, hvussu javnbjóðis teir tríggir partarnir í ríkisfelagsskapinum í veruleikanum eru.

 

Í sínum uppskoti síggja Kristian Joensen og Bárður Larsen fyri sær, at ein lóg um sjálvræði Føroya upp á sama máta kann koma aftrat.

Tankin er, at henda lóg skal lata upp fyri broytingum í ríkisfelagsskapinum, ið sostatt kann flyta seg frá 1.0 til 2.0.

Hoyr samrøðuna við Kristian Joensen, námslektara, her:

 

Kristian_Joensen_-_17042024

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283