Rakel Helmsdal innstillað til norðurlendska bókmentavirðisløn

Rakel Helmsdal innstillað til norðurlendska bókmentavirðisløn
Fyri sættu ferð er Rakel Helmsdal innstillað til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Hesa ferð fyri barna- og myndabókina "Toran gongur"
 
16.04.2024 - 11:16

Rakel Helmsdal er í uppskoti til ársins barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum fyri myndabókina "Toran gongur", sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2023. 

"Við bókini Toran gongur setur Rakel Helmsdal orð og myndir á eina rúgvu av kjarnutrupulleikum í dagsins samfelagi og ikki minst háaktuellu verðinsstøðuna. Forteljingin er einføld tó samstundis kompleks, og hon viðger sera álvarslig evni sum eitt nú einsemi, sorg og deyði, kríggj og trauma, eins og søgan viðger ymsar familjusamansetingar, vinalag og týdningin av felagsskapi", skrivar Norðurlandaráðið á heimasíðu síni. 

14 ára gamla Aurora er høvuðspersónurin í barna- og myndabókini Toran gongur.

Hetta er sættu ferð, at eitt verk hjá Rakel Helmsdal er í uppskoti til barna- og ungdómsvirðislønina hjá Norðurlandráðnum. 

14 onnur norðurlendsk verk eru í uppskoti til ársins bókmentavirðisløn. Vinnarin verður kunngjørdur 22. oktober. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (5:6)
174910
Fríggjadag 10. mai
Vikuskiftið 10 mei 2024
174904
Fríggjadag 10. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Fríggjadag 10. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843

Meira um sama evni