Bótin hjá Trump minkar - niður í 1,2 mia kr

Bótin hjá Trump minkar - niður í 1,2 mia kr
Kærudómstólur minkaði bótina við 2 milliardum
Trump helt tíðinafund eftir rættarfundin í dag.
Mynd: Shannon Stapleton/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.03.2024 - 18:21


Ein kærudómstólur í statinum New York tekur undir við at lækka upphæddina, sum Donald Trump skal rinda fyri at kunna kæra dómin móti sær í einum máli um svik.

Trump var í februar dømdur at rinda statinum tilsamans 464 milliónir dollarar, - tað eru slakar 3,2 milliardir krónur, sum er íroknað 100 milliónir dollarar í rentu.

Fyri at kæra málið, sum Trump ætlar, eigur hann at rinda alla bótina fyrst. 

Men nú hevur kærudómstólurin lækkað bótina niður í 175 milliónir dollarar, - sum er 1,2 milliardir krónur.

Bótin skal rindast innan 10 dagar, sigur dómstólurin.

Trump er í málinum dømdur fyri at hava manipulerað virðið á ognum sínum fyri at fáa betri treytir frá bankum og tryggingarfeløgum. 

Hann hækkaði virðini fyri at fáa betri treytir fyri lán, og lækkaði tey fyri at rinda minni í skatti.

Trump misti eisini rættin til at hava feløg í New York í trý ár. 

Teir báðir elstu synir hansara, sum eisini vóru stevndir saman við felagnum Trump Organization, eru útihýstir í tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860

Meira um sama evni