Geytakvøld í sjónvarpinum

Geytakvøld í sjónvarpinum
Sunnukvøldið 11. februar er Geytakvøld í sjónvarpinum, tá vit vísa allar teir forvitnisligu filmarnar, sum eru í uppskoti til ársins Geytavirðisløn.
 
09.02.2024 - 14:34

Fríggjakvøldið 9. februar verður stórsligið filmskvøld í Norðurlandahúsinum, tá filmsvinnan skal heiðrast, og besti stuttfilmurin finnast. 

Talan er um tvær virðislønir, sum verða handaðar: Geytin og Áskoðaravirðislønin.

Og sunnukvøldið klokkan 20 verður hetta filmskvøldið eisini í sjónvarpinum, tá vit vísa allar filmar, sum eru í uppskoti til ársins Geyta, við serligari umrøðu frá leikstjórunum. 

Talan er um fimm filmar: 

  • Andrias Høgenni við filminum, “Lið við lið”
  • Brandur Teitsson við filminum, “Undir”
  • Katrin Joensen-Næs við filminum, “SÆLA”
  • Terji Mohr við filminum, “Død af Grin”
  • Tóki Jansson við filminum, “Óveruliga verðin hjá Aldu”
 
REY04043_NYTT

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Leygardag 11. mai
Upp á tá - 100524
174925
Leygardag 11. mai
Vikan 11. mai 2024
174917
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843