Eingin FM-spenningur

Eingin FM-spenningur
Sjáldan hevur so lítil spenningur verið á ólavsøku um hvør verður føroyameistari í kappróðri sum í ár
5-mannafarið Tjaldrið við kvinnum hevur ongu tryggjað sær føroyameistaraheitið áðrenn ólavsøkuróðurin. Hetta er fyrstu ferð síðani 1973 at Tjaldrið úr Runavík vinnur føroyameistaraheitið við gentum
 
27.07.2022 - 09:26

Alt er mestsum avgjørt longu fyri ársins seinasta róður. Summar manningar hava longu vissað sær FM-heitið, hjá øðrum er leiðslan so trygg, at tað skal ganga óvanliga illa í hond ólavsøkuaftan, um meistaraheitið skal gleppa teimum av hondum.

Yvirhøvur hava ov fáar kappingarførar manningar verið í fremstu røð í summar. Á undanfarnu seks stevnunum hevur sami bátur ofta vunnið á hvørjum sinni. Og tá er rímiligt lítil spenningur eftir í FM-kappingini, tá ólavsøkan kemur.

Vinnandi báturin fær sjey stig, nummar tvey fær seks stig, nummar trý fimm og soleiðis aftureftir.

 

Fjúrtan róðrar

Í alt eru fjúrtan róðrar á ólavsøku. Børnini rógva fyrst. Dreingirnir eru so nógvir, at bátarnir mugu flokkast í tveir riðlar. Síðani verður ein finaluróður millum tíggju teir fremstu. Gentubátarnir rógva allir í senn. Harumframt er ein sonevndur masters-kvinnuróður - fyrr kallað old girls. Og síðani koma teir vialingu FM-róðrarnir - níggju í alt.

Kringvarpið vísir allar róðrarnar uttan innleiðandi dreingjaróðrarnar fyri børn. Byrjað verður at senda kl. 14:30.

 

Skráin er henda (við klokkutíðum):

13:30 Barnaróður/dreingir (riðil 1)
13:45 Barnaróður/dreingir (riðil 2) 
14:30 Barnaróður - gentur
15:00 Barnaróður - dreingjafinalan
15:20  6. mannafør kvinnur (masters)
15:40  5. mannafør gentur (14-16 ár)
16:00  6. mannafør kvinnur
16:20  5. mannafør dreingir (14-16 ár)
16:30  8. mannafør
16:40  5. mannafør gentur (17-18 ár)
17:00  6. mannafør menn
17:10  5. mannafør dreingir (17-18 ár)
17:30  10. mannafør
17:50  5. mannafør kvinnur


FM-støðan

Niðanfyri sæst, hvørjir fremstu tríggir bátarnir í FM-kappingini eru í øllum róðrum:

Barnaróður (gentur)
Sílið 35 stig
Kollur 28
Ørnin 27

 

Barnaróður (dreingir)
Dúgvan 35
Sævarmoy 26
Knúkur 24

 

6. mannafør kvinnur (masters)
Fortuna 7
Tvørábáturin 6
Sjódrekin 5

 

5. mannafør gentur (14-16 ár)
Kjósin 38
Malunarhav 31
Títlingur 27

 

6. mannafør (kvinnur)
Jarnbardur 42
Froðbingur 36
Sundabáturin 30

 

5. mannafør dreingir (14-16 ár)
Sílið 40
Báran 31
Heykur 29

 

8. mannafør
Knørrur 42
Argjabáturin 36
Miðvingur 28

 

5. mannafør gentur (17-18 ár)
Fípan Fagra 42
Teistin 31
Firvaldur 31

 

6. mannafør (menn)
Páll Fangi 42
Hósvíkingur 35
Skúgvur 31

 

5. mannafør dreingir (17-18 ár)
Jallurin 42
Blikur 35
Tambar 31

 

10. mannafør
Klaksvíkingur 41
Norðingur 37
Havnarbáturin 29

 

5. mannafør (kvinnur)
Tjaldrið 41
Blikur 31
Leikalind 29

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297