Mæti listamaðurin undir Varða

Mæti listamaðurin undir Varða
William Heinesen er navnframasti føroyski rithøvundurin í útlondum. Kortini himpraðust føroyingar við at taka hann til sín. Sjónvarpið vísir í kvøld fjórða partin av røðini
William Heinesen brúkti nøkur av ungdómsárum sínum í Keypmannahavn, har hann í fyrstu atløgu gekk á keypmansskúla og síðani royndi seg sum journalistur. Myndin er úr fyrsta parti av sendingini William - sveimandi ungdómsár.
 
28.04.2022 - 14:00

Skaldskapur William Heinensens er týddur til fleiri enn tjúgu ymisk mál, hann varð heiðraður við fleiri bókmentaprísum, og var eisini í uppskoti til bókmentaheiðursløn Nobels.

Í dag er hann ein tann mest víðagitni føroyski rithøvundurin. 

Men William var ikki bara rithøvundur. Hann teknaði og málaði, klipti og smíðaði tónleik.

Føroyingar himpraðust kortini at taka William til sín.

Í nógv ár tóktust fleiri at halda, at tað er ringur fuglur, ið drítur í egið reiður, tá rithøvundurin, ið skrivar á donskum, í summum av skaldsøgum sínum dittar sær at lýsa stættamun og trúarlív í Føroyum. 

 

Skrivaði á donskum

Av tí at Føroyar í fleiri hundrað ár hava verið í ríkisfelagsskapi við Danmark, hevur danskt mál altíð havt sterka støðu í Føroyum. Danskt var lógarmál, kirkjumál og skúlamál langt upp í 20. øld.

Serliga sterka støðu hevði danskt í høvuðsstaðnum, Havnini, har tað »fínara« fólkið búði, embætismenn, konslar og keypmenn.

Børnini úr hesum umhvørvi við nógvum blandingsgiftum tosaðu danskt, summi teirra høvdu beinleiðis danskt sum móðurmál.

William_grein
Úr sendingini William, fyrsti partur. Jógvan Isaksen og Carl Jóhan Jemsem, rithøvundar, greiða frá. 

Havnarmaður

William Heinesen vaks upp í Havn. Sum elsti sonur ein handilsmann og reiðara varð hann settur í keypmanslæru í Keypmannahavn.

Men keypmanssonurin kennir á sær hitt skaldsliga kallið longu frá barnaárum. Ætlanin hjá pápanum at fáa soninum eina handilsskúlaútbúgving verður tí av ongum.

Hugurin at skriva og tekna fekk hann tíðliga at fara undir listaligar royndir, og fyrsta yrkingasavn hansara kom út longu í 1921. Hann leitaði skjótt heim aftur og búði so í Havn alt sítt lív.

Útisetaárini saman við barndómsvinmanninum Jørgen-Frantz Jacobsen eru kortini ikki til fánýtis.

Í Keypmannahavn kennir William salta rákan av mentan og list, her hittir hann javnlíkar og fær sær smakkin av øllum tí søta, sum stórbýurin lokkar við.

William_2_grein
Úr sendingini William, fyrsti partur. Jógvan Isaksen, rithøvundur, greiðir frá. 

Glataði spælimaðurin

Tríggir partar av røðini um William Heinensen eru tøkir á heimasíðuni. Í kvøld kl. 19.25 vísa vit fjórða og næstseinasta part. 

Aldur bítur ikki rættiliga á hjá Williami. Listarligi login slóknar ikki, sum han eldist, men lýsir støðugt bjartur.

Hin innari login kólnar heldur ikki. Alskurin til kvinnuna stendur við. Musurnar fylkjast um hann.

Tað er, sum dukar ein lívsjáttandi máttur innan í honum upp í ellisár. Yndismusan, Else Lidegaard, sum hevur skrivað bók um seg og William, sigur frá serstaka vinarlagnum teirra millum. 

 

Sendingina "William 4:5 - glataði spælimaðurin" sært tú her

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283