Anna Malan fekk Ebbuvirðislønina

Anna Malan fekk Ebbuvirðislønina
Hetta er triðju ferð, virðislønin verður latin ungum rithøvundi, sum hevur sýnt serligar gávur
Anna Malan Jógvansdóttir fekk virðislønina í Nólsoy, haðani hon er.
 
28.07.2020 - 09:10

Anna Malan Jógvansdóttir hevur fingið Ebbuvirðislønina 2020.

Hetta er triðju ferð, virðislønin verður latin ungum rithøvundi, sum hevur sýnt serligar gávur.

Virðislønin er uppkallað eftir Ebbu Hentze, sum andaðist 20.mai 2015.

Virðislønin er 25.000 kr.

Testamenti

Í testamenti sínum skrivaði Ebba Hentze millum annað, "Annað, sum er eftir meg, herundir pengar, bøkur og allar aðrar ognir, skal Rithøvundafelag Føroya arva at nýta til stuðul til ungar rithøvundar, ið hava sýnt serligar gávur. 

Somuleiðis skal Rithøvundafelag Føroya til sama endamál arva øll rættindi míni sum rithøvundur, herundir framtíðar inntøkur frá danska bókasavnsgrunninum."

Rithøvundafelagið stovnaði 26.november 2017 Ebbuvirðislønina. Stovnsfæið var góðar 570.000 kr.

Anna Malan Jógvansdóttir, sum er fødd í 1995, hevur skrivað tríggjar bøkur. Tann fyrsta, yrkingasavnið Undirfloyma, kom í 2015. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. juni
Morgunlestur mánadagur 3. juni 2024
175853
Sunnudag 2. juni
Bolero
175977
Sunnudag 2. juni
Guðstænasta í Christianskirkjuni
175974