Innstillað til norðurlendska bókmentavirðisløn

Innstillað til norðurlendska bókmentavirðisløn
Rakel Helmsdal er aftur í ár innstillað til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
 
02.04.2020 - 15:22

Hon er innstillað fyri bókina Loftar tú mær? Rakel Helmsdal hevur bæði skrivað og teknað bókina. Rakel Helmsdal og Kathrina Skarðsá, sum teknar, vóru í fjør innstillaðar fyri barnabókina Miljuløtur.

14 bøkur úr øðrum Norðurlondum eru eisini innstillaðar. Dómsnevndin sigur um myndabókina Loftar tú mær?, at Rakel Helmsdal setir orð og myndir á eitt evni, sum trupult kann vera at tosa um. 

Huglagið er syrgið, men samstundis eisini lívsjáttandi, av tí at bókin lýsir deyðan sum ein natúrligan og óvikiligan part av lívinum, ein part, sum ikki bara tey vaksnu, men eisini børnini uppliva. 

Eisini innstillað til virðisløn hjá Útnorðurráðnum

Júst samspælið millum tekst og orð gevur frásøgnini eina serliga dýpd og bjóðar bæði barninum og tí vaksna lesaranum av. 

Serliga mátin, sum myndirnar spæla við ljós og myrkur, og teir mongu margtýddu smálutirnir gera, at teksturin víðkast, og at lesarin upplivir eina kenslu av nærveru. 

Við hesi myndabókini hevur Rakel Helmsdal ikki bara gjørt eitt stórt avrik sum rithøvundur, men eisini sum myndprýðari. Bókin hjá Rakel Helmsdal er eisini inntillað til virðirlønina hjá Útnorðurráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297