Móttøkan í Tinganesi beinleiðis í sjónvarpinum

bannari
Móttøkan í Tinganesi beinleiðis í sjónvarpinum
Móttøkan í sambandi við, at nýggja landsstýrið hevur tikið við, verður send beinleiðis í sjónvarpinum
Klokkan 15 seinnapartin í dag verður almenn móttøka í Tinganesi, nú nýtt landsstýri er mannað. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá móttøkuni.
Mynd: Bjarni Á. Rubeksen  
 
16.09.2019 - 11:28

Seinnapartin í dag verður almenn móttøka í Tinganesi í sambandi við, at nýtt landsstýri hevur tikið við. Móttøkan verður frá klokkan 15-17, upplýsir Løgmansskrivstovan.

Og móttøkan verður send beinleiðis í sjónvarpinum. 

Sjey fólk í nýggja landsstýrinum

Sjey fólk manna nýggja landsstýrið. Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum er løgmaður og hevur tveir landsstýrismenn afturat. 

Helgi Abrahamsen er landsstýrismaður í vinnu-, orku-, umhvørvis- og innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen er landsstýrismaður í heilsumálum.

Fólkaflokkurin hevur trý landsstýrisfólk. Tey eru Jørgen Niclasen í fíggjarmálum, Jacob Vestergaard í fiskivinnumálum, og Elsebeth Mecedis Gunnleygsdóttur er landsstýriskvinna í almannamálum.

Jenis av Rana í Miðflokkinum er landsstýrismaður í menta- og uttanríkismálum. 

Móttøkan í Tinganesi byrjar klokkan 15 seinnapartin, og tá byrjar sjónvarpið eisini at senda. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444