Kaj Leo fær heilsumál

bannari
Kaj Leo fær heilsumál
Kaj Leo Holm Johannesen váttar á facebook í kvöld, at hann verður landsstýrismaður við heilsumálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.09.2019 - 21:37

Samgonguskjalið verđur undirskrivað í morgin klokkan 9 á tíðindafundi í løgtinginum, og væntandi verður tá eisini sett navn á landsstýrisfólkini komandi fýra árini.

Men longu nú tykist vera greitt, at Kaj Leo Holm Johannesen verður landsstýrismađur við heilsumálum. Tað váttar hann á facebookvanga sínum í kvøld.

Málsøkini

Eingi nøvn eru higartil sett á tey, sum skulu manna landsstýri, burtursæð frá, at Bárður á Steig Nielsen verður løgmaður. 

Tað er tó greitt, at Sambandsflokkurin fær heilsumál, vinnumál og løgmann, Fólkaflokkurin fær fiskivinnumál, fíggjarmál og almannamál, meðan Miđflokkurin fær menta-, skúla- og uttanríkismál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444